Föroya lögting hevur í ár samtykt at brúka nærum eina milliard krónur til tunnilsgerð. Eingin vón er fyri at hesir pengarnir kunnu koma aftur við nýtslugjaldi ella á annan hátt, og hetta er okkara tingmanning væl vitandi um.
Samstundis enda vit næstan aftast í Pisa kanningunum hvörja ferð, Studentaskúlin í Hoydölum er ein ruin og játtanin til Fróðskaparsetur Föroya er skorin niður frá at vera láturlig til at vera syndarlig.
Úrslitið verður at vit í 2015 fara hava verðsins besta tunnilsverk, men ongan eftir sum hevur ráð ella vit til at koyra ígjögnum.
Skriva undir mótmæli her:
Hvørja meining hevur tú um at % inngjaldið til Als er eins fyri øll. Lógin bleiv broytt undir exam 70-640 kreppuni, loftið ið var ásett, so at øll skuldu rinda sama gjald inn, eisini tey ið forvinna meira enn eina arbeiðsmannaløn, var tikið burtur, so nú er inngjaldið í mun til inntøkuna, men útgjaldið er svarandi til , meini 80% av eini arbeiðsmannaløn fyri øll. Er hetta ikki ein óbeinleiðis skattur emc training ???. Nú einki arb.loysi er, so kundi tað verið ein hjálp til nógv at fingið loftið innaftur ið skulu til at seta búgv. Skipanin er jú tvungin, tú hevur einki væ. Áhugavert hevði verið at fingið upplýst hvussu nógv fæi hjá skipanini er, havi hoyrt tøl sum eina milliard.cwna certification
Tað er ongantíð staðfest at net undirskriftirnar ikki kunnu nýtast. Eg havi hoyrt Gerhard roynt at sáa iva um undirskriftirnar, men eg haldi ikki at hansara trúvirði er hægri enn hjá teimum sum hava undirskriva. Tað er bara hent einaferð at ein undirskrift er vorðin strikað tí at persónurin ikki sjálvur hevði skriva undir.
Hinvegin so skal undirskrivarin skriva eina trygdarkotu fyri at undirskriftin skal verða góðtikin, og eg veit um fleiri sum ikki hava gáa hetta. Tað ger at har eru minst 500 undirskriftir sum ikki eru skrásettar.
Er tað ikki fleiri ferðir staðfest at hesar net-undirskriftir ikki kunnu nýtast tí so nógv fólk skriva við nøvnum ið ikki finnast, ella verri enn, við nøvnum hjá øðrum?
Eg havi lovað at ikki brúka undirskriftirnar til valstríðið, tí havi eg ikki gjørt nakað við hetta hesar vikurnar. Ætlanin er tó, sum sagt í ÚF, at handa undirskriftirnar til nýsetta tingið.
Eftir áheitan frá fleiri fólkum, havi eg valt at fjala listan frá almenninginum, tí fleiri fólk føla seg útstillaðið, og eru ótrygg við støðuna. Tað ber tó til at undirskriva enn, og vit nærkast 3.000 undirskriftum.
nú hava næstan 2.700 fólk skriva undir mótmæli móti Sandoyartunnlinum.
Nær fer tú at handa undirskriftinar ?