Sandoyartunnilin enn eina ferð

Nú hevur tingið enn eina ferð avgjørt at blaka pengar í holið til sandoyar, og eg haldi at tit skulu minnast til hvørji tingfólk vóru fyri hesum. Saman við teimum 200 mill. kr. sum eru settar av til tunnlar og vegir í norðuroyggjum, so er hetta ein katastrofa fyri okkara lítla samfelag. Samstundis sum oyruni vera vend til fróðskaparsetri, so verða milliónirnar blakaðar eftir holboring, sum ongan veg føra. Tær 20 milliiónirnar sum fara í partafelagið í ár eru meir enn tað sum fer í Setrið, og tað er hetta sum fær meg til at venda meg í grøvini. Hvussu kann man seta 20 mill í eitt hol sum bert lønar einum ella tveimum størvum, tá tann sama upphæddin kann løna 35 lærarum og 150 næmingum á setrinum? Somu næmingarnir kunnu seinni løna okkum hesar 20 mill. fleiri ferðir aftur, men holið til sandoyar fer at kosta rakstur hvørt ár uttan at geva nakað aftur.