Tað kann ljóða løgi, men stórar altjóða kanningar vísa at hægri skattur gevur eyðnusamari borgarar. Granskarar halda tað er tí at tann høgi skatturin tryggjar okkum vælferð. Til dømis tryggjar tann høgi skatturin at vit kunnu hava almennaveitingar til tey sum ikki hava inntøku, og harvið fáa vit færri desperatar og kriminellar borgarar.
Skatturin javnar eisini út, so at vit øll hava somu møguleikar til at menna okkum og geva okkara besta íkast til samfelagið.
Tá skatturin verður settur niður, t.d. við skattalætta, so viðførir tað beinleiðis at vit fáa minni fíggjarliga orku til at taka okkum av teimum veiku, sjúku og onnur tørvandi. Avarandi, vinir og familja verða so ávirkaði av hesum og verða minni eyðnusom. Tak t.d. skilið á landssjúkrahúsinum, har avvarandi noyddust til arbeiðis á jólum tí at LS skuldi spara. Tey høvdu verið nógv glaðari um tey goldu eitt hálvt prosent meir í skatti, og harvið vita at teirra avvarandi vóru í tryggum hondum.
Í Föroyum hava vit eina góða skipan, sum tryggjar at eingin fer uppum 50% í skatti, og okkara kelduskattaskipan virkar væl.
Eg gjaldið mín skatt við gleði - men afturfyri vil eg hava eina atkvøðu.
Nýggjar viðmerkingar
8 tímar 9 min síðani
1 dagur 7 tímar síðani
1 dagur 16 tímar síðani
2 dagar 14 tímar síðani
3 dagar 15 tímar síðani
4 dagar 15 tímar síðani
4 dagar 19 tímar síðani
4 dagar 19 tímar síðani
4 dagar 19 tímar síðani
4 dagar 19 tímar síðani