Föroyskt eigur at vera tað almenna málið í Föroyum - tað sigur seg sjálvt. Men tíðin er langt síðani farin frá diskuterað um einstøk orð kunnu brúkast ella ikki. Í meðan hendan diskussiónin hevur koyrt millum tey gomlu her á landi, so hava abba og ommubørn fingið atgongd til Televarpið, fylgisveinasjónvarp og Disney-filmar á DVD. Her fyrigongur alt tíverri á donskum.
Tímatalið sum børnini brúka frammafyri sjónvarpinum ger at danskt verður teirra fyrsta mál og eisini tað mál sum tey hugsa á. Tað hevur so við sær at tey "umseta" til föroyskt tá tey tosa og skriva. Tað hoyrir man t.d. tá tey siga "Taka jakka uppá" ella "Kann eg fáa taskan" - kvennkyn og hvørjumfall er á veg út og bendingin gongur fyri seg eftir donskum mynstri. Tað er sjálvandi ymiskt frá barni til barn, men veruleikin er at børnini tosa saman á sínum egna málið tá tey eru saman.
Fyri at bjarga málinum mugu vit gevast at viðgera einkult orð í áravís, og ístaðinfyri gera meir tilfar til børnini, so tey hoyra og lesa meir föroyskt - og hetta tilfari skal vera á teirra palli. Tað vil siga at vit skulu umseta nógv fleiri teknifilmar til föroyskt, og allir animeraðir stórfilmar frá t.d. Pixar og Disney skulu umsetast áðrenn teir koma í handilin. Vit hava longu eitt fantastiskt tilfeingi til hetta við öllum okkara ungu talentum. Hugsi tykkum t.d. Eivör sum Ariel, betur kann tað ikki gerast.
At tað ber til hava Jákup Weihe og Strok longu prógva, men hetta er bara ein byrjan. Sjónvarpið ger longu sum er eitt stórt arbeiðið men um tað skal muna so skal hvör einasta sending sum verður send í SVF sjálvandi umsetast ella tekstast. Sjónvarpið skal skal senda föroyskt tilfar hvønn gerandisdag frá kl 12 og frá kl 7 leygar og sunnudag og at alt verður endursent ger einki tí tað ger störri mun á skerminum enn í skuffuni. Allar útlenskar rásir endursenda eisini í eina óendalighet fyri at kunna senda dögni runt, so endursendingar skulu ikki vera ein avmarking her. Fyri at gera hetta gjørtligt, so skal KVF á fíggjarlógina við einari nöktandi upphædd, og tað óynskta hyggjara og lurtaragjaldið skal avtakast.
Málið er okkara samleiki, tað er tað sum ger okkara tankar til veruleika.
Málið er okkara samleiki
By HansBlaasvær - Posted on Januar 5th, 2008
Föroyskt eigur at vera tað almenna málið í Föroyum - tað sigur seg sjálvt. Men tíðin er langt síðani farin frá diskuterað um einstøk orð kunnu brúkast ella ikki. Í meðan hendan diskussiónin hevur koyrt millum tey gomlu her á landi, so hava abba og ommubørn fingið atgongd til Televarpið, fylgisveinasjónvarp og Disney-filmar á DVD. Her fyrigongur alt tíverri á donskum.microsoft exams
Tímatalið sum børnini brúka frammafyri sjónvarpinum ger at danskt verður teirra fyrsta mál og eisini tað mál sum tey hugsa á. Tað hevur so við sær at tey "umseta" til föroyskt tá tey tosa og skriva. Tað hoyrir man t.d. tá tey siga "Taka jakka uppá" ella "Kann eg fáa taskan" - kvennkyn og hvørjumfall er á veg út og bendingin gongur fyri seg eftir donskum mynstri. Tað er sjálvandi ymiskt frá barni til barn, men veruleikin er at børnini tosa saman á sínum egna málið tá tey eru saman.mcts 70-562
Fyri at bjarga málinum mugu vit gevast at viðgera einkult orð í áravís, og ístaðinfyri gera meir tilfar til børnini, so tey hoyra og lesa meir föroyskt - og hetta tilfari skal vera á teirra palli. Tað vil siga at vit skulu umseta nógv fleiri teknifilmar til föroyskt, og allir animeraðir stórfilmar frá t.d. Pixar og Disney skulu umsetast áðrenn teir koma í handilin. Vit hava longu eitt fantastiskt tilfeingi til hetta við öllum okkara ungu talentum. Hugsi tykkum t.d. Eivör sum Ariel, betur kann tað ikki gerast.
At tað ber til hava Jákup Weihe og Strok longu prógva, men hetta er bara ein byrjan. Sjónvarpið ger longu sum er eitt stórt arbeiðið men um tað skal muna so mcse 2008 certification
Eg haldi tað er ein stórur trupuleiki, sum Hans vísir á, at okkara børn og ungu hugsa á donskum og hava tað sum fyrsta mál. At sløkkja sjónvarpið nyttar lítið, tí Anders And og Vi unge og Arto vm er jú ikki á føroyskum, ella hvat ?
Okkara arvur verður lagdur niður í børnini og tey vita, at skal man orða seg so at fólk skilja at tað er viktugt tað tú sigur, så skal det siges på dansk !
Sådan er det bare !
Gott at onkur tekur "málið" í álvara :-))
Skilji ikki heilt - Hvar er ábyrgd foreldranna í hesum? Hvør er tað ið keypir "parabol" o.l.?
Foreldur - Sløkk ella í tað minsta set avmarkingar fyri nýslu av sjónvarpið o.l. Bruka í staðin tíðina til at lesa saman við børnumum tykkara. Tað eru sera nógvar góðar útgávur á føroyskum so tað er okkurt til hvønn "smag".
Sjónvarpið o.l. kann so nýtast avmarkaða til at stimbra tey ungu í at læra danskt, enskt, týskt o.s.fr.
Haldi tó at vit skulu stimbtra føroyskari framleiðslu av tilfarið via ÚF & SVF, men vit mugu eisini skilja at vit eru eitt lítið land - So tað eru kostnaðarligar avmarkingar.
Síðst vil eg spyrja -. Er tað nakar føryingur sum dugir 100% føroyskt? Kanska royna við at fáa Kamelin ígjøgnum nálareyga!