Hví er tað so umráðandi at brúka meir enn eina milliard, fyri at tað skal bera til at koyra til Havnar, tá tann sama milliardin hevði kunna gjørt undirverkir á sandi? Tað hevði rokkið til ein miðnámsskúla, tekniskan skúla, læknamiðstöð, ellisheim, röktarheim og umlættingarheim og har hevði verið nokk eftir til ymsar útreiðslur. Tað hevði í einum loyst allar útbúgvingar- og røktar-trupulleikar í Föroyum, og hevði skapt fleiri hundrað arbeiðspláss á Sandoynni.
Tí átti fremsta mál hjá borgarstjórunum á Sandoynni verið at skapt liviligar umstöður á oynni, og ikki at útvega bíligt byggilendi til havnarfólk.
spyr ikki hvat tú kanst gera fyri sandoy - spyr hvat sandoy kann gera fyri teg
By HansBlaasvær - Posted on Januar 2nd, 2008
Aftaná at hava goldið fyri vöggustovu, barnagarð, fólkaskúla og miðnámsútbúgving itil certification exam senda vit okkara besta tilfeingi av landinum at taka ta endaligu útbúgvingina á hægri læristovni. Tíverri koma tey fægstu heim aftur - tí her er einki at koma aftur til. Hóast tað er vorðið bíligari at ringja og tey flestu kunnu koma heim á jólum triðja hvört ár, so hava tey sagt farvæl.ccna test
Tað einasta sum kann broyta hetta, er at vit seta á stovn eitt veruligt universitet í Föroyum við pláss fyri minst 1.000 lesandi. Okkara ungdómur skal sjálvandi framvegis hava sama möguleika at fara lesa uttanlands sum nú, men tey skulu eisini hava mõguleikan at lesa her. Tað skal sjálvandi eisini vera frítt fyri útlendingum at koma ókeypis at lesa her, og verður tað fullsett - ja, so skulu vit útbyggja. Tí tað einasta sum kann kann lyfta Föroyar á eitt hægri stöði er eitt vælútbúgvið fólk.ase practice tests
Stöðan í dag er ein stór skomm. Vit brúka bert 19 mill. hvört ár til Fróðskaparsetur Föroya og til samanberingar brúkar ÚSUN umleið tað sama til at gjalda lestur hjá föroyingum uttan fyri norðurlond, tað vil siga at vit heldur gjalda fyri at avskipa okkara tilfeingi enn at menna tað her.
Mítt fremsta mál á tingi verður at menna Fróðskaparsetur Föroya til eitt veruligt universitet.70-680
er tað ikki uppgávan hjá einum borgarstjóra at fáa fólk at støðast og ikki bert skipa fyri møguleikum at koma av oynni ?
Hvat hava borgarstjórarnir á Sandi og í Skopun gjørt fyri at fáa fólk og vinnu at mennast ???