Aftaná at hava goldið fyri vöggustovu, barnagarð, fólkaskúla og miðnámsútbúgving senda vit okkara besta tilfeingi av landinum at taka ta endaligu útbúgvingina á hægri læristovni. Tíverri koma tey fægstu heim aftur - tí her er einki at koma aftur til. Hóast tað er vorðið bíligari at ringja og tey flestu kunnu koma heim á jólum triðja hvört ár, so hava tey sagt farvæl.
Tað einasta sum kann broyta hetta, er at vit seta á stovn eitt veruligt universitet í Föroyum við pláss fyri minst 1.000 lesandi. Okkara ungdómur skal sjálvandi framvegis hava sama möguleika at fara lesa uttanlands sum nú, men tey skulu eisini hava mõguleikan at lesa her. Tað skal sjálvandi eisini vera frítt fyri útlendingum at koma ókeypis at lesa her, og verður tað fullsett - ja, so skulu vit útbyggja. Tí tað einasta sum kann kann lyfta Föroyar á eitt hægri stöði er eitt vælútbúgvið fólk.
Stöðan í dag er ein stór skomm. Vit brúka bert 19 mill. hvört ár til Fróðskaparsetur Föroya og til samanberingar brúkar ÚSUN umleið tað sama til at gjalda lestur hjá föroyingum uttan fyri norðurlond, tað vil siga at vit heldur gjalda fyri at avskipa okkara tilfeingi enn at menna tað her.
Mítt fremsta mál á tingi verður at menna Fróðskaparsetur Föroya til eitt veruligt universitet.
University of the Faroe Islands - UFI
By HansBlaasvær - Posted on Januar 2nd, 2008
Fantastic post. Bookmarked this site ccsp and emailed it to a few friends, your post was that great, keep it up.I am pretty much excited ccnp thanks for sharing such a nice post. I really appreciate your way of presenting such ccna wireless an excellent suggestion. I want more and i will come back here to see more updates in future ccna voice as well.my best wishes for you always so keep it up.regards
Jeg synes ikke man skal sætte målet efter et stort universitet på færøerne, men derimod 70-536 exam questions hellere opbygge en specialiceret uddannelses institution - målet må gerne være at blive det mest eftertragtede sted på kloden for få uddannelser.Skal Fróðskaparsetrið vera eitt veruligt alternativ hjá okkara ungdómi, so er neyðugt at tað er munandi størri. Tað er týdningarmikið at hava fleiri granskarar á fleiri fakøkjum, serliga økjum sum eingin annar 70-290 questions and answers enn vit - føroyingar - granska í, sum hevur týdning fyri okkara samfelag. Eitt nú føroysk samfelagsviðurskifti. Við hesum vinna vit á fleiri økjum, fleiri ungfólk verða verandi í Føroyum longri, føroysk viðurskifti verða granska meira - bæði av næmingum og undirvísarum - og vit fáa ein óheftan stovn at úttala seg um gongdina í samfelagnum vmware training sum heild. Hetta fer at styrkja um okkara samfelag.
er tað ikki uppgávan hjá einum borgarstjóra at fáa fólk at støðast og ikki bert skipa fyri møguleikum at koma av oynni ?
Hvat hava borgarstjórarnir á Sandi og í Skopun gjørt fyri at fáa fólk og vinnu at mennast ???vcp certification
Tað er lættari at gera eitt fróðskaparsetur til 1.000 fólk enn eitt til 300, tí at tú fært ein størri grundvøll at dúva á. Eitt setur í Föroyum til 1.000 fólk svarar akkurát til eitt universitet í Danmark við 1.000,- fólkum - lögið nokk. At finna fólk er lætt sambært mínum kontaktum á setrinum, tey fáa altíð ovmikið av umsóknum. Útbúgvingarnar skulu vera tær vanligastu, og helst við einum föroyskum vinkli, t.d. sivilverkfrøði, matvörutökni, fíggjarfröði, lögfröði og medisin.
Sum tú sikkurt sært, so er tað nemmari um universitetið hevur 2.000 ella fleiri lesandi, tí tá er rúm fyri fleiri spesialiseringum. Tað er heilt greitt mín tanki at tey sum ikki finna tað sum tey ynskja í Föroyum skulu hava möguleika at fara uttanlands, og at vit skulu bjóða pláss á setrinum ókeypis til allar útlendingar. Tí tey lesandi eru eitt ótrúligt tilfangi fyri okkara samfelag.
Um tú heldur at eg havi tað ov lætt, so ert tú vælkomin at ringja á 55 55 53 so kunnu vit tosa um tað. Eg havi eisini verið í SVF og ÚF, og mínar afturmeldingar vóru at eg kláraði meg millum tey allar frægastu, tí eg hevði góða argumentatión og vildi okkurt við løgtingssessinum, annað enn at fáa eina feita pensión.
...ikki heilt. Um man samanber við Aalborg, sum hevur uml 192.000 ínnbúgvar, so hevur Aalborg universitet pt. 7000 fultíðar lesandi - t.e. næstan tvífalda so nógv lesandi sum Hans ynskir. Aalborg Universitet hevur ment seg nógv seinastu árini, serliga við góðum granskingar úrslitum og við at samarbeiða tætt við vinnulívið.
Eg kan gótt skriva undir uppá at tað hevur nógv at siga at tað ikki eru ítøkiligar útbúgvingar í føroyum. Tað eri eg sjálvur eitt úrslit av og eri pt. ikki vendur aftur til Føroyar eftir lokna útbúgving.
Gunnleif, Aalborg
Um talið 1000 lesandi verður ført fram tí at tað samsvarar við talið á føroyskum lesandi uttanlands, so má tað eisini merkja, at vit skulu kunna bjóða fram allar útbúgvingar.
Eg hugsi bara, at tað er eitt øgiligt (og næstan ómøguligt?) stig at taka. Tað skulu nógvir professarar - óivað nógvir útlendskir - til at nøkta henda undirvísingartørv.
Letur hetta seg yvirhøvur gera? Hvørjar útbúgvingarmøguleikar skulu vit bjóða? Og hvørjar kunnu vit ikki bjóða? Ber ikki til at sláa seg til tols við 3-400 lesandi?
Tað sum eg meini við hesum, er at tað er ov lætt bara at siga at vit skulu hava eitt universitet til 1000 lesandi. Tað svarar hóast alt til eitt universitet í Danmark uppá 120.000 lesandi. Nú verður hetta borið fram á einari heimasíðu, har verturin hevur bæði tíð og stað (eingin ótolin tíðindafólk, ið bróta av) at útgreina málið, so at tað ikki bara er nakað, sum verður slongt út í luftina.
Hallur
Fróðskaparsetri verður mítt fremsta mál, tí vit kunnu ikki mennast sum samfelag um vit senda fólk av landinum.
Tað sum tey fægstu hava innsæð er at lesandi á hægri lærustovni eru ein tann bíligasta arbeiðsmegin sum finnst. Fyri 4.000,- um mánaðin so eru kandidatarnir til reiðar at arbeiða 14 tímar í døgninum, og tað sum kemur burturúr er næstan altíð cutting-edge.
Skal Fróðskaparsetrið vera eitt veruligt alternativ hjá okkara ungdómi, so er neyðugt at tað er munandi størri. Tað er týdningarmikið at hava fleiri granskarar á fleiri fakøkjum, serliga økjum sum eingin annar enn vit - føroyingar - granska í, sum hevur týdning fyri okkara samfelag. Eitt nú føroysk samfelagsviðurskifti. Við hesum vinna vit á fleiri økjum, fleiri ungfólk verða verandi í Føroyum longri, føroysk viðurskifti verða granska meira - bæði av næmingum og undirvísarum - og vit fáa ein óheftan stovn at úttala seg um gongdina í samfelagnum sum heild. Hetta fer at styrkja um okkara samfelag.
Gott at tú tekur henda spurning upp, Hans!
Vit kunnu vænta at tú fert at arbeiða fyri at fáa uppraðfest Fróðskaparsetrið, verður tú valdur á ting - og ikki sum hjá so nógvum øðrum valevnum, har tað nokk mest er tóm orð, sum ljóða gott í valstríðnum, men er gloymt so skjótt tey eru vald á ting.
1000 lesandi er umleið tað talið sum vit hava uttanlanda á høgri lærustovni. Í veruleikanum er tað óivan nógv hægri um tey sum ikki eru farin beint niður at lesa verða tikin við.
So 1000 pláss er lágt sett, og nøktar bara tørvin í dag.
Setrið skal mennast - eingin ivi um tað!!
Men pláss til 1000 lesandi? Eitt ógvusligt tal. Ringt at skilja fyri meiniga mannin. Men kanska rætt. Krevur útgreining.
Hallur
Jeg er meget enig i at vi skal tilføre flere midler til FF så en hvis standard kan opretholdes og øges. Det er simpelt hen ikke seriøst at man taler om vision 2015 for derefter at skære i "veitingin" til FF.
Jeg synes ikke man skal sætte målet efter et stort universitet på færøerne, men derimod hellere opbygge en specialiceret uddannelses institution - målet må gerne være at blive det mest eftertragtede sted på kloden for få uddannelser.
Just my 2 cents
Søren Bjørn