Á síðuni kanst tú lesa um meg og mínar meiningar og tankar um politikk og viðurskifti, sum verða ávirkaðið av politikki. Eg havi fulltíðarstarv sum KST-leiðari á Faroe Seafood, 6 börn, eri valevni og vil gera alt fyri at Föroyar skal vera eitt gott stað at búgva. Tit eru meir enn vælkomin at gera viðmerkingar á hesari síðuni, so eg skal royna at venda aftur við svarum og generelt samlað upp og gera viðmerkingar.
Eg havi nógvar meiningar um nógv ting men má viðganga at tað at frá einum degi at vera verðinsmaður til næsta dag at stíla eftir tingsæti er ein stór broyting.
Nú skal eg hava meiningar um ALT, eisini mál sum eg ikki havi fyrr havi hugsa um. Tað er ikki altíð líka lætt, men tá grundsjónarmiðið er í lagi so er tað ein góð grund at byggja á, og so kemur restin næstan av sær sjálvum.
Eg ynski fyrst og fremst eitt trygt og rættvíst samfelag, eitt samfelag sum hevur brúk fyri öllum og sum er gott fyri öll. Vit sum borgarar skulu kenna okkum trygg við tær avgerðir tingið tekur, bæði at tær eru fíggjarliga forsvarligar, og at avgerðirnar eru rættvísar og líka fyri öll.
Eg veit eg kann gera mun. Eg eri til reiðar at gera mun, men mær tørvar tína hjálp.
Fráfarandi landstýrismaður í vinnumálum váttar í Sosialinum 24. juli 2007 at hann hevur mcsa haft ætlanir um at leggja raksturin av undirsjóðartunlunum í sama felag - fyri at gera sandoyartunnilin "ókeypis". Hetta er tápuligasta uppskotið sum er komið fram í hesum ártúsindinum. Um tað bar til at gera soleiðis, so kundi mann eisini lagt Mjólkavirki Búnaðarmanna í sama felag, og harvið fingið ókeypis mjólk, ella lagt almannastovuna í sama felag og harvið fingið ókeypis pensión!mcitp training
Kostnaðurin á einum prosjektið sum t.d. sandoyartunlinum verður sjálvandi tann sami um man leggur hann saman við onnur felög, tað einasta sum hendir er at mann roynir at kamuflera útreiðsluna við at senda rokningina víðari.
Sovorðin uppskot hoyra ikki heima í lögtinginum - hatta er logikkur fyri búrhönur.itil training
Als skal vera ein sterkur grunnur, sum skal hava nokk á kistubotninum til at klára eina líknandi kreppu sum tað í 90-unum, og tá er ein milliard ikki serliga nógv.
ALS er ikki ein óbeinleiðis skattur, tí at peningurin sum kemur inn, fer bert til útgjald aftur og ikki til td. at bora tunnellir við.
Hvørja meining hevur tú um at % inngjaldið til Als er eins fyri øll. Lógin bleiv broytt undir kreppuni, loftið ið var ásett, so at øll skuldu rinda sama gjald inn, eisini tey ið forvinna meira enn eina arbeiðsmannaløn, var tikið burtur, so nú er inngjaldið í mun til inntøkuna, men útgjaldið er svarandi til , meini 80% av eini arbeiðsmannaløn fyri øll. Er hetta ikki ein óbeinleiðis skattur ???. Nú einki arb.loysi er, so kundi tað verið ein hjálp til nógv at fingið loftið innaftur ið skulu til at seta búgv. Skipanin er jú tvungin, tú hevur einki væ. Áhugavert hevði verið at fingið upplýst hvussu nógv fæi hjá skipanini er, havi hoyrt tøl sum eina milliard.