By HansBlaasvær - Posted on Januar 10th, 2008
Tað kann ljóða løgi, men stórar altjóða kanningar vísa at hægri skattur gevur eyðnusamari borgarar. Granskarar halda tað er tí at tann høgi skatturin tryggjar okkum vælferð. Til dømis tryggjar tann høgi skatturin at vit kunnu hava almennaveitingar til tey sum ikki hava inntøku, og harvið fáa vit færri desperatar og kriminellar borgarar.
Skatturin javnar eisini út, so at vit øll hava somu møguleikar til at menna okkum og geva okkara besta íkast til samfelagið.
By HansBlaasvær - Posted on Januar 9th, 2008
Föroyar skulu hava ein almennan politikk um hvussu vit reka fiskivinnuna á ein burðardyggan hátt. Hetta er ein treyt fyri at vit framhaldandi kunnu fáa tann rætta prísin fyri okkara tilfeingi á altjóða marknaðinum. Burðardygdin skal kunna skjalprógvast og hetta skjalprógv skal verða til taks hjá okkara útflytarum. Samstundis skulu stig takast til at reglur sum tryggja burðardygd verða gjørdar og fylgdar.
Burðardygg menning ber í sær, at náttúrunnar virðir verða umsitin soleiðis, at börn okkara og komandi ættarlið eisini kunna fáa ágóðan av teimum
By HansBlaasvær - Posted on Januar 5th, 2008
Föroyskt eigur at vera tað almenna málið í Föroyum - tað sigur seg sjálvt. Men tíðin er langt síðani farin frá diskuterað um einstøk orð kunnu brúkast ella ikki. Í meðan hendan diskussiónin hevur koyrt millum tey gomlu her á landi, so hava abba og ommubørn fingið atgongd til Televarpið, fylgisveinasjónvarp og Disney-filmar á DVD. Her fyrigongur alt tíverri á donskum.
By HansBlaasvær - Posted on Januar 3rd, 2008
Föroya landstýri hevur gjört avtalu um at vágatunnilin og norðoyatunnilin skulu fíggjast partvís við brúkaragjaldi. Hetta var ein treyt fyri at farið var undir at gera tunlarnar. Tá brúkaraparturin er goldin, skal tað vera ókeypis at koyra ígjögnum. Hendan avtalan skal sjálvandi haldast báðar vegir, tað skal hvörki styttast ella leingjast um hetta tíðarskeiðið, tí tað almenna skal halda sínar avtalur við borgaran.
By HansBlaasvær - Posted on Januar 3rd, 2008
Fráfarandi landstýrismaður í vinnumálum váttar í Sosialinum 24. juli 2007 at hann hevur haft ætlanir um at leggja raksturin av undirsjóðartunlunum í sama felag - fyri at gera sandoyartunnilin "ókeypis". Hetta er tápuligasta uppskotið sum er komið fram í hesum ártúsindinum. Um tað bar til at gera soleiðis, so kundi mann eisini lagt Mjólkavirki Búnaðarmanna í sama felag, og harvið fingið ókeypis mjólk, ella lagt almannastovuna í sama felag og harvið fingið ókeypis pensión!
By HansBlaasvær - Posted on Januar 2nd, 2008
Hví er tað so umráðandi at brúka meir enn eina milliard, fyri at tað skal bera til at koyra til Havnar, tá tann sama milliardin hevði kunna gjørt undirverkir á sandi? Tað hevði rokkið til ein miðnámsskúla, tekniskan skúla, læknamiðstöð, ellisheim, röktarheim og umlættingarheim og har hevði verið nokk eftir til ymsar útreiðslur. Tað hevði í einum loyst allar útbúgvingar- og røktar-trupulleikar í Föroyum, og hevði skapt fleiri hundrað arbeiðspláss á Sandoynni.
By HansBlaasvær - Posted on Januar 2nd, 2008
Aftaná at hava goldið fyri vöggustovu, barnagarð, fólkaskúla og miðnámsútbúgving senda vit okkara besta tilfeingi av landinum at taka ta endaligu útbúgvingina á hægri læristovni. Tíverri koma tey fægstu heim aftur - tí her er einki at koma aftur til. Hóast tað er vorðið bíligari at ringja og tey flestu kunnu koma heim á jólum triðja hvört ár, so hava tey sagt farvæl.
By HansBlaasvær - Posted on December 26th, 2007
Jann Asbjørnson Joensen hevur vegna polittisku valfelögunum í Norðoyggjum eitt innlegg um teirra mótmælið ímóti Bjarna Askham Bjarnason.
Sum leiðandi starvsfólk á Almannastovuni kundi Jann sjálvur haft hugsa seg um áðrenn hann fer út alment og talar fyri at landskassin verður tömdur í síðstu tingvikuni í valskeiðinum.
By HansBlaasvær - Posted on December 20th, 2007
Á síðuni kanst tú lesa um meg og mínar meiningar og tankar um politikk og viðurskifti, sum verða ávirkaðið av politikki. Eg havi fulltíðarstarv sum KST-leiðari á Faroe Seafood, 6 börn, eri valevni og vil gera alt fyri at Föroyar skal vera eitt gott stað at búgva. Tit eru meir enn vælkomin at gera viðmerkingar á hesari síðuni, so eg skal royna at venda aftur við svarum og generelt samlað upp og gera viðmerkingar.
By HansBlaasvær - Posted on December 20th, 2007
Föroya lögting hevur í ár samtykt at brúka nærum eina milliard krónur til tunnilsgerð. Eingin vón er fyri at hesir pengarnir kunnu koma aftur við nýtslugjaldi ella á annan hátt, og hetta er okkara tingmanning væl vitandi um.
Samstundis enda vit næstan aftast í Pisa kanningunum hvörja ferð, Studentaskúlin í Hoydölum er ein ruin og játtanin til Fróðskaparsetur Föroya er skorin niður frá at vera láturlig til at vera syndarlig.
Nýggjar viðmerkingar
7 tímar 50 min síðani
1 dagur 7 tímar síðani
1 dagur 15 tímar síðani
2 dagar 14 tímar síðani
3 dagar 15 tímar síðani
4 dagar 15 tímar síðani
4 dagar 18 tímar síðani
4 dagar 18 tímar síðani
4 dagar 18 tímar síðani
4 dagar 18 tímar síðani