Tað er ørt at fyrst gjalda fyri barsil, vøggustovu, barnagarð, forskúla, frítiðarskúla, fólkaskúla og miðnámsskúla fyri so at senda barnið av landinum tí tað er ov dýrt at gjalda fróðskaparsetrið!
Nýggja slagordid hjá ABC-samgonguni er: Vit skulu flyta og ikki vita!
Samstundis sum landið ikki hevur ráð at útbúgva okkara ungdóm, so skal Annfinn Kallsberg hava ein tunnil aftrat beint til dyrnar.
Raðfesti vitan!
Sandoyartunnilin enn eina ferð
Nú hevur tingið enn eina ferð avgjørt at blaka pengar í holið til sandoyar, og eg haldi at tit skulu minnast til hvørji tingfólk vóru fyri hesum. Saman við teimum 200 mill. kr. sum eru settar av til tunnlar og vegir í norðuroyggjum, so er hetta ein katastrofa fyri okkara lítla samfelag. Samstundis sum oyruni vera vend til fróðskaparsetri, so verða milliónirnar blakaðar eftir holboring, sum ongan veg føra. Tær 20 milliiónirnar sum fara í partafelagið í ár eru meir enn tað sum fer í Setrið, og tað er hetta sum fær meg til at venda meg í grøvini.
Takið stuðulin aftur
Ein hestur við trimum beinum kann ikki ganga, og tíverri er eingin onnur loysn enn at skjóta hann. Tað sama er galdandi fyri samgonguna - har mangla fleiri bein, og vegurin sum gangast skal er fullur av holum.
Tingmennirnir í samgonguni atkvøða sum best ber til uttan at halda seg til samgonguskjalið. Hví skal Sjálvstýrisflokkurin stuðla eina samgongu sum ikki stuðlar seg sjálva?
Samgongan er ein søkkandi skúta við holum sum ein sveisaraostur í ódnarveðri
Tað er óskiljandi fyri meg at tingmanningin valdi at stuðla verandi samgongu, tá tað alla tíðina hevur verið púra greitt at har var einki sum helt samgonguni saman. Enn verri er at javnaðarflokkurin er ein flokkur við sjálvstýrandi einstaklingum, so støðan er totalt kaotiskt.
At flokkurin skuldi fella aftur til at vera kitt í einari ómøguligari støðu er ein katastrofa. Kitt-navnið hevur leingi verið ein niðurgerandi flokking av sjálvstýrisflokkinum, sum ger at tað er sera ringt at vinna nýggjar veljararar. Einki álit er á einum kitt-flokki.
Tunnilsmenn útskiftir
Sum tit síggja í hjáløgdu mynd, so blivu 11 av teimum 23 sum atkvøddu fyri einum sandoyartunnli útskift, og tað er bara at gleðast um. Málið var at øll sum atkvøddu fyri hetta tápuliga uppskotið vórðu útskift, men 11 er eisini ok.
Til samanberingar, so vóru har 9 sum ikki atkvøddu "Ja", og av hesum blivu bara 2 útskift so tendensurin er klárur.
Túsin takk fyri!
Eg vil við hesum takka öllum sum valdu meg og Sjálvstýrisflokkin. Eg eri ótrúliga glaður fyri úrslitið, serliga fyri flokkin, sum hevði eitt kanónval!
Valið er títt
Á jólum í fjör bleiv landskassin langtíðardustsogin.
Nú syngja allir flokkar babberara um útbúgving, gransking og vælferð.
Vilt tú hava tað sama, so velur tað sama - vilt tú hava broyting og framburð, so velur tú nýggja sjálvstýrið á lista D.
Kyoto og hvat so?
Allir flokkar ganga inn fyri at vit undirskriva Kyoto avtaluna, men sum vit sóu í heyst, so hevur eingin eitt veruligt boð um hvussu treytirnar í Kyoto-avtaluni skulu rökkast. Tað einasta boðið sum kemur er at vit kunnu keypa co2 kvotir ella geva stuðul til hitapumpur.
Vælferð fyri okkum øll
Eg havi valt at stilla upp fyri nýggja sjálvstýri tí flokkurin hevur megna at endurskapa seg sum ein modernaður liberalur sjálvstýrisflokkur. Sleppa vit at seta dagskránna, so skal Føroya Løgting eisini endurbyggjast so vit fáa eitt moderna og framsøki ting sum vit kunnu vera stolt av.
Í 1963 segði Martin Luther King tey mergjaðu orðini: “I have a dream”. Til samanberingar so søgdu okkara tingfólk í desember 2007: “Eg havi eina milliard”. Í desember rakk hendan visiónsmilliardin ikki longur enn til eit stórt hol.
Nýggjar viðmerkingar
1 ár 23 vikur síðani
1 ár 23 vikur síðani
1 ár 23 vikur síðani
1 ár 24 vikur síðani
1 ár 24 vikur síðani
1 ár 24 vikur síðani
1 ár 24 vikur síðani
1 ár 24 vikur síðani
1 ár 24 vikur síðani
1 ár 24 vikur síðani